Higartil hevur royðurin verið hildin at vera heimsins tyngsta dýr. Men nú er eitt annað dýr, ið troðkar hesa uppfatan burtur. Í Peru hava tey funnið steinrunnu fornleivdirnar av einum hvali, sum kann hava verið munandi tyngri enn royðurin.
Steinrenningin er funnin í Ica oyðimørkini í Peru, og verður hildin at vera 39 milliónir ára gomul.
Hvør ryggjargeisli á tí, sum granskarar hava navngivið Perucetus colossus, hin risastóri hvalurin frá Peru, vigar yvir 100 kilo, og rivjabeinini eru næstan 1,4 metrar long.
- Tað er spennandi at síggja eitt so stórt dýr, og sum skilir seg burtur frá øðrum, vit hava sæð, sigur Hans Thewisse, paleontologur ella steinrenningafrøðingur á Northeast Ohio Medical University við AP tíðindastovuna.
Soleiðis halda tey, at forntíðarhvalurin hevur sæð út. Ikki so langur sum royður, men tyngri
Hvalurin verður mettur at hava vigað millum 94 og 375 tons. Teir størstu royðurnir higartil eru mettir at viga umleið 200 tons. Fyrndarhvalurin kann sostatt vera tyngsta dýr í heimssøguni.
Royðurin er tó framvegis heimsins longsta dýr. Hann kann gerast upp í 30 metrar langur, meðan P. colossus verður mettur at hava verið 20 metrar langur.
Beinini í forntíðarhvalinum eru hinvegin meira føst og tøtt og harvið tyngri enn beinini á royðuri, og tað er orsøkin til høgu vektina.
Tungu beinini benda á, at hvalurin hevur livað niðri við botnin, men á rættiliga grunnum vatni. Sjókúgv, sum livir á grunnum vatni, hevur eisini tung bein.
Beinagrindin av hvalinum varð uppdagað fyri yvir tíggju árum síðani av peruviska steinrenningafrøðinginum, Mario Urbina.
Ein altjóða arbeiðsbólkur hevur í fleiri ár arbeitt við at grava fram beinini frá stóra havdýrinum, sum liggur í eini grýtutari líð í Ica oyðimørkini.
Økið lá einaferð í tíðini undir sjógvi, og tí eru fleiri steinrenningar frá havdýrum at finna har.
Nú hevur arbeiðsbólkurin grivið fram 13 ryggjageislar, fýra riv og part av mjødnini, skrivar AP.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald