Uttanlands

Leyslatin eftir tveir mánaðir í varðhaldi hjá Taliban

Amerikanska Faye Hall varð handtikin 1. februar, og leygardagin varð hon leyslatin

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2025-03-30 12:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska Faye Hall varð leygardagin leyslatin av Taliban, eftir tveir mánaðir í varðhaldi.

Amerikanska kvinnan var saman við einum eldri bretskum pari og tulk teirra, tá øll fýra vórðu handtikin í februar. Orsøkin til handtøkuna er ógreið.

Faye Hall takkar amerikanska forsetanum, Donald Trump, eftir at samráðingar hava fingið hana leyslatna. Tað ger hon í einari videoupptøku, sum Trump hevur deilt á Truth Social.

– Eg havi ongantíð verið so errin av at vera amerikanskur ríkisborgari, sigur hon.

Hon varð handtikin 1. februar saman við hjúnunum Peter og Barbie Reynolds, sum gjøgnum 18 ár hava skipað fyri skúlavirksemi í Afganistan. Tá Taliban aftur tók valdið Afganistan í 2021, valdu tey at verða verandi í landinum. Blaðið Sunday Times hevur áður skrivað, at handtøkan hevði samband við teirra undirvísingarvirksemi, skrivar Ritzau.

Sambært Taliban-stýrinum í Afganistan er tað ólógligt at undirvísa gentur, tá tær eru komnar úr grunddeildini í skúlanum. Tað er eisini ólógligt hjá kvinnum at arbeiða.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder