Innanlands

Leyst og liðugt í Klaksvík: Samgonga skipað

Karl Johansen heldur fram sum borgarstjóri og Fólkaflokkurin verður hildin uttanfyri

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-13 23:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast Fólkaflokkurin fekk 39 prosent av atkvøðunum og fimm býráðssessir, verður tað ein samgonga næstu fýra árini uttanum hann. Samgonguskjal er undirskrivað millum Sambandsflokkin, Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Sjálvstýri.

Hetta skrivar Norðlýsið í kvøld.

Samráðingar byrjaðu longu aftaná valúrslitið varð greitt í gjárkvøldið, og í dag hevur verið telvað víðari.

Fyrr í dag frættist, at Fólkaflokkurin hevði bjóðað Javnaðarflokkinum borgarstjórasessin. Um so er, eydnaðist tað í øllum førum ikki.

Tí nú er greitt, at býráðssamgongan í Klaksvíkar kommunu verður við Karl H. Johansen á odda sum borgarstjóra, og Anniku S. Biskopstø sum varaborgarstjóra.

Nevndarbýtið sæst á nordlysid.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder