Innanlands

LGBT tekur undir við lógaruppskotinum um løgfrøðiligt kynsskifti

LGBT Føroyar tekur fult undir við lógaruppskotinum hjá Sonju J. Jógvansdóttir um løgfrøðiligt kynsskifti, sum í dag kemur til 1. viðgerð í Føroya Løgtingi. LGBT mælir somuleiðis til eina hóvliga og virðiliga viðger av málinum

2018-11-06 08:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu árini hevur nógv fokus verið á viðurskiftum og vantandi rættindum hjá teimum fyrstu trimum bókstavunum í LGBT. Hesir bókstavarnir standa á enskum fyri samkynd og tvíkynd. Síðstu tíðina er T´ið í LGBT hinvegin komið alsamt meira í miðdeplin.

ENN LANGT Á MÁL
Hóast tað gongur framá hjá tvørkyndum í Føroyum, so er tað enn langt á leið fyrr enn, at føroysk tvørkynd fáa hóskandi viðger og rætta viðurkenning í føroysku lóggávuni og samfelagnum. Eitt nú hevur føroyska heilsuverkið avgjørt at fylgja danska heilsuverkinum og hevur avtikið tvørkyndleika sum eina almenna sinnissjúku. Hinvegin hevur man viðurkent, at tað at vera føddur í skeivum kroppi, kann skapa stórar sálarliga trupulleikar, ið minkast kann um, við at lata viðkomandi sleppa at skifta kyn og soleiðis liva lívið sambært sínum veruliga kynsliga samleika.

STØÐAN Í DAG
Í dag ber hetta til hjá føroyskum tvørkyndum umvegis Psykiatriska deildin og Sexologisk Klinik á Ríkissjúkrahúsinum. Men henda tilgongdin er í løtuni sera long. Tað kann fyrst og fremst taka langa tíð at verða góðkend/ur sum rættskikkaður kanditatur til at skifta kyn við almennum stuðli. Síðani kann tað taka fleiri ár at sleppa framat almennu viðgerðini, tí bíðirøðin er enn so long í Danmark. Harafturat tekur sjálv viðgerðin eisini fleiri ár at gjøgnumføra. Sostatt er stórur partur av lívinum hjá viðkomandi farin framvið, áðrenn hon ella hann løgfrøðiliga og alment verða virðurkend sum tað kyn, ið hon ella hann alt sítt lív hevur kent seg sum. Sum støðan er í løtuni, er tað eisini eitt alment krav, at kynsskiftið ikki verður viðurkent løgfrøðiliga fyrr enn viðkomandi verður gjørdur lívsørur og sostatt missur allan møguleika at fáa egin børn.

LÆTTIR UM LÍVIÐ
Tekur Føroya Løgting undir við uppskotinum um løgfrøðiligt kynsskifti í Føroyum, fer hetta at lætta munandi um annars longu og torføru tilgongdina, sum tað altíð er at skifta kyn. Viðkomandi kann skjótt og lætt fáa síni almennu pappír at samsvara við teirra kynsliga samleika, og verður hetta ikki longur enn ein trupulleiki at dragast við í daglig degnum hjá tí tvørkynda. Lógin sendur somuleiðis eitt greitt tekin til føroysk tvørkynd um, at tey eru viðurkend av almennu Føroyum og at tey eisini hava eitt pláss í føroyska samfelagnum.

EISINI TÝÐANDI FYRI MILLUMKYND
Lógin er ikki einans týðandi fyri tvørkynd, men eisini fyri millumkynd (intersex). Hetta eru tey, sum eru fødd við bæði mannfólka og konufólka kynsgøgnum og ofta ikki kenna sín rætta kynsligan samleika fyrr enn tey byrja at búnast ella gerast vaksin. Tí kunnu tey hava tørv á at broyta kynsliga samleikan, ið foreldur teirra ósetti teimum við føðing.

VÍSIÐ HÓGV OG VIRÐING
Nú hetta málið verður viðgjørt í Tinginum, fer LGBT Føroyar at heita á Føroya Løgting um at taka undir við lógaruppskotinum hjá uttanflokkakvinnuni. LGBT Føroyar heitir somuleiðis á allar tinglimir um at vísa hógv og virðing fyri teimum menniskjum, sum lógaruppskotið rakar og teirra avvarandi undir viðgerðini av málinum.

- LGBT

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder