Í dag vóru umleið 45 metrar av jarni bornar í Líðina millum Oyndarfjørð og Elduvík. Endamálið er at fest tað sum gelendari fram við klettinum, so at farleiðin kann verða tryggari hjá gongufólki á ferð eftir smølu rásini.
Líðin er rættiliga brøtt í støðum, og nógva staðni kann vera hált har sum vatn seyrar undan grótinum. Á hesum støðum vóru tí settir gelendarar upp tá hendan farleið var nógv brúkt.
Tað er Justinus Eidesgaard, sum nú hevur tikið stig til at fáa hesar gelendararnar settar upp aftur. Tá hann heitti á Runavíkar kommunu um at fara í gongd við hetta, fekk hann játtandi svar beinanvegin. Avtala varð gjørd við smiðin Vøgg Nyholm Debess um at veita tilfarið og seta tað upp, og journalisturin úr Oyndarfirði verður nú verkætlanarleiðari í arbeiðinum at bøta um farleiðina gjøgnum Líðina.
Umframt gelendaran, er eisini talan um at bøta um sjálva rásina. Hetta hendir tá ein bólkur av útlendingum seinni í mánaðinum kemur higar at gera sjálvboðið arbeiði sum liður í tiltakinum ”Closed for Maintenance”, ið Visit Faroe Islands hevur tikið støðu til.
Justinus skrivar soleiðis um projektið:
”Fyri 160 árum síðani øktist ferðslan nógv um Líðina úr Elduvík og til Oyndarfjarðar, og tí var settur ein gelendari upp í Líðini Elduvíksmegin fram við klettinum, har gøtan liggur undir. Orsøkin var heilt einfalt, at vatn setti undan klettinum og skjótt var at frysta og tí var tað lívshættisligt at ganga, hóast veðrið var gott. Ferðslan øktist, tí tveir handlar komu í Oyndarfirði, Víkahandilin og Hálvmørkshandilin og hesir høvdu nógv arbeiði við sær, eisini fyri elduvíkingar.
Í dag var aftur borið jarn í Líðina. Nýggjur gelendari verður settur upp, har hin gamli stóð. Tað er smiðurin Vøgg Nyholm Debess, sum stendur fyri arbeiðinum og arbeiði verður gjørt við vælvild frá Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra og Runavíkar kommunum. Sjálvur eri eg hugskotsmennari og leiði verkætlanini. Seinni í mánaðinum koma útlendsk ferðafólk hendan vegin og tey skulu vera við til at umvæla gøtuna kring gelendaran.
Tað er stuttligt, at vekja nakað aftur til lívs, sum hevði stóran týdning hjá okkara forfedrum og gelendarin fer at bøta munandi um hjá fólki, sum hava hæddarskrekk.”
Justinus Eidesgaard (Savnsmynd: KvF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald