Trý fólk liggja enn innløgd á landssjúkrahúsinum eftir ógvusliga ferðsluóhappið á kalsbaksvegnum í gjárkvøldið.
Tað vil siga, ein av teimum innløgdu, kundi verið útskrivaður. Tað er pápin at einum dreingi. Teir báðir vóru í øðrum bilinum.
Enn hevur løgreglan ikki fingið heilt greiði á, hvat orsøkin var til ferðsluóhappið, sum hendi í brekkuni millum innkoyringina til Sandvíkarhjalla og skjótibreytina á Sandvíkum. Løgreglan skal í dag gera avhoyringar við vitni, sum sóðu tilburðin, men greitt er, at annar bilurin koyrdi út á vinstru koyribreyt, og rendi frontalt inn í ein mótkoyrandi bil.
Av tí at eitt av fólkunum skuldi skerast leyst úr bilvrakinum, gingu út móti tveir tímar áðrenn ferðslan kundi koyra eftir Kalsbaksvegnum aftur. Fyrst eftir aðrari vegabreytini, og eftir einar 20 minuttir, kundi ferðslan koyra ótarnað.
Síðani ferðsluóhappið hevur verið friðarligt, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald