Innanlands

Liljan hevur fingið bjóðað akademiskt starv í Kringvarpinum

Advokaturin hjá Liljuni sigur, at tey taka støðu til málið innan 14 dagar

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-30 15:45 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fyrr í dag skrivaði Portalurin, at Liljan Weihe aftur hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn. Sigmund Poulsen, advokatur hjá Liljuni Weihe, váttar at hon hevur fingið uppsagnarskriv. Hann sigur, at hon samstundis hevur fingið tilboð um nýtt starv nú. 

Hann sigur, at talan er um sama akademiska starvið, sum fyrrverandi kringvarpsstjórin, Johnny í Grótinum, vildi flyta tíðindaleiðaran í. Sigmund Poulsen sigur tó, at hesa ferð er starvið bjóðað við nakað minni í løn. Um Liljan ikki tekur av tilboðnum um nýggja starvið, verður hon loyst úr starvi hjá Kringvarpinum. 

Les eisini: Liljan Weihe aftur fingið uppsagnarskriv

Liljan Weihe og advokaturin hava fjúrtan dagar at taka støðu til nýggja ætlanarskrivið um uppsøgn, men Sigmund Poulsen sigur, at tey ikki hava tosað saman um málið enn. 

Starvsfólkamálið í Kringvarpinum við Liljuni Weihe hevur verið rættiliga drúgt, og talan er um fýra ætlanarskriv um uppsøgn. 

Fyrsta málið var um beinleiðis uppsøgn, men tann uppsøgnin varð ógyldað eftir kæru til mentamálaráðið. Mentamálaráðið segði tá, at uppsøgn var eitt ov víðgongt stig ímun til grundgevingarnar hjá kringvarpsstjóranum. Niðurstøðan var, at onnur stig, so sum flyting innan starvsøkið ella ávaring, áttu at verði tikin, áðrenn tíðindaleiðarin varð uppsagdur. 

Næsta ætlanarskrivið um uppsøgn var um, at tíðindaleiðarin skuldi flytast í annað starv, men tað skrivið varð tikið aftur, áðrenn kæruviðgerð fyrilá. 

Triðja málið var um, at Liljan Weihe skuldi flytast í annað starv uttan lønarmiss. Tá kærdi Liljan avgerðina, sum at enda við eisini varð ógyldað. Grundgevingin tá var, at framferðarhátturin frá Kringvarpsins síðu var skeivur. Um Liljan skuldi flytast í annað starv, skuldi hon fáa uppsagnarskriv og tilboð um nýtt starv. Tað vil siga, at hon varð uppsøgd, um hon ikki tók við nýggja starvinum. 

Og tað er hettar, sum Kringvarpið nú hevur gjørt. Liljan Weihe hevur fingið uppsagnarskriv, men samstundis hevur hon fingið boðið nýtt akademiskt starv á stovninum, tó hesa ferð við nakað minni í løn. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder