Innanlands

Liljan Weihe: Johnny í Grótinum breyt sína tagnaðarskyldu

Liljan Weihe vil vera við, at Johnny í Grótinum skrivaði dulnevnda grein á Vágaportalinum, tá tað var avdúkað, at hon hevði søkt stjórastarvið í Kringvarpinum. Johnny í Grótinum og Ólavur Beiti avsanna páhaldinum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-10-04 18:54 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í hoyringssvarinum hjá Liljuni Weihe í sambandi við fjórða uppsagnarskrivið og tilboðið um nýtt starv á stovninum, umrøður Liljan Weihe grein á Vágaportalinum, sum varð skrivað 23. desembur í fjør, tveir dagar eftir at Liljan varð uppsøgd fyrstu ferð.

Í greinini verður skrivað um grein í Vikusskiftissosialinum, har høvuðskeldan sambært Vágaportalinum er Liljan sjálv og Sigmund Poulsen. Í greinini verður eisini kunngjørt, at Liljan Weihe sjálv hevði søkt um stjórastarvið í KVF, sum Johnny í Grótinum øllum kunnugt fekk. 

Liljan Weihe avdúkar tó, at hon sjálv hevur álítandi keldur fyri, at Johnny í Grótinum sjálvur hevur skrivað greinina, eins og hann kunnugt hevur gjørt í øðrum føri, tá hann misti starvið sum kringvarpsstjóri. 

- Eins og í hinum greinunum, sum vórðu avdúkaðar í Sosialinum 10. juni í ár, so hevur Johnny í Grótinum sjálvur skrivað hesa greinina og sent hana til Vágaportalin, sum síðani hevur lagt hana út – tó uttan at nevna veruliga rithøvundin, sigur hon í hoyringssvarinum. 

Liljan vísir á, at tað einans er Rúni Heinesen, ið hevur fingið sína umsókn til stjórastarvið, og at tað tí er serliga álvarsamt, at Johnny í Grótinum kann skriva um hettar á Vágaportalinum. Hann eigur ikki at vita, at hon hevur søkt starvið, men hevur eisini brotið tagnaðarskyldu sína, um hann avdúkar tað. 

Afturvísa páhaldinum 
Portalurin hevur verið í samband við fyrrverandi kringvarpsstjóran, Johnny í Grótinum og Ólavur í Beiti, ábyrgdarhavandi redaktør á Vágaportalinum, sum báðir avsanna, at Johnny í Grótinum skrivaði greinina, sum varð kunngjørd tollaksmessudag í fjør. Teir siga stutt og greitt, at tað ikki er rætt. 

Liljan Weihe sigur seg tó vita, at teldupostsamskifti var ímillum teir báðar tollaksmessudag. 

Vágaportalurin hevur tikið greinina av síðuni hjá sær. Portalurin hevur tó fingið hendur á mynd av greinini, sum kann síggjast við at trýsta her

 

Les eisini:
Ósannindi í tíðindaskrivi frá Kringvarpinum
Var ikki eg, sum lak telefonotati

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder