Innanlands

Liljan Weihe spyr um hvítvask

Sambært váðameting fyri hvítvask í Føroyum, verður mett, at stórur vandi er fyri, at Føroyar verða brúktar í sambandi við hvítvask, og hon vil tí hava at vita frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, hvussu stórur trupulleikin er

Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-04 11:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvussu nógv mál um hvítvask hava føroysku peningastovnarnir fráboðað løgregluni seinastu fimm árini?

Hetta vil Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi m.a. hava at vita frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum.

Í viðmerking til ein § 52a fyrispurning, vísir Liljan Weihe m.a. á, at Hvidvasksekretariatet, sum er partur av National Enhed for Særlig Kriminalitet hjá donsku løgregluni, í januar 2023 almannakunngjørdi eina váðameting fyri hvítvask í Føroyum. Í váðametingini varð sagt, at tað verður mett at vera stórur vandi fyri, at Føroyar verða brúktar í sambandi við hvítvask.

Tí vil hon hava at vita, hvussu stórur trupulleikin er í Føroyum.

Liljan Weihe spyr eisini, í hvørjum vinnugreinum í Føroyum hvítvask verður fráboðað, hvussu nógv av hesum málum eru kannað nærri av løgregluni, og hvussu nógv eru endað við sakarmáli. Eisini vil hon hava at vita, hvussu long viðgerðartíðin av føroyskum fráboðanum um hvítvask eru hjá løgregluni, og hvussu long viðgerðartíðin er av donskum fráboðanum um hvítvask.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder