Longst sitandi borgarstjóri í Føroyum er 67-ára gamli skálvíkingurin Linjohn Christiansen.
Hann tók á fyrsta sinni við í 1989, og skiparin hevur harvið sitið við róðrið í Skálavík í 36 ár.
Tað fer av álvara at nærkast 40 árum. Hetta er greitt, eftir at bygdaráðið í Skálavík partvíst hevur skipað seg í dag, 2. jóladag.
Heimasíðan skalavik.fo skrivar, at Linjohn Christiansen heldur fram sum borgarstjóri. Hann var fyrstvaldur á valinum 12. november við 23 atkvøðum
Harumframt er greitt, at Anita Joensen heldur fram sum varaborgarstjóri. Hon var næstvald á lista A, sum fekk trý av teimum fimm umboðunum á valinum 12. november.
Nevndirnar eru ikki skipaðar enn. Tað verða tær tó ein av næstu døgunum - nýggja kommunustýrið tekur við mikudagin, sum er fyrsti dagur í 2025.
Kommunustýri, sum tekur við 1. januar 2025 í Skálavík:
Nr. | Listi | Navn | Atkvøður |
1 | A | Linjohn Christiansen | 23 |
2 | B | Jákup Myllhamar í Geil | 15 |
3 | A | Anita Joensen | 14 |
4 | A | Sunniva E. M. í Stovuni | 13 |
5 | B | Torkil Dalsgaard | 12 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald