Innanlands

Lions Club Tórshavn stuðlar Barnabata

Adventstiltaki hjá felagnum verður sunnudagin, og ágóðin verður latin “Í menniskjum góður tokki”

Frá tiltakinum í platasjuni í fjør (Mynd: Lions Club Tórshavn)

Frá tiltakinum í platasjuni í fjør (Mynd: Lions Club Tórshavn)

2019-11-29 08:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lions Club Tórshavn hevur sunnudagin sítt árliga adventstiltak, ið er fyri alla familjuna. Tað er 1. desember sunnudagin og samstundis fyrsti sunnudagur í advent.

Tiltakið verður í plantasjuni millum klokkan 14 og 16.40. Plantasjan verður pyntað við ljósum í greinunum og har verður báli og í ánni ljósbluss

Havnar Hornorkestur kemur at spæla nakrar tónar, og jólamenninir vitja við onkrum góðum til børnini.

Møguleiki er at stuðla einum góðum endamáli. Hesaferð verður ágóðin av jólahugnanum latin “Í menniskjum góður tokki”, sum Barnabati skipar fyri.  

Tað er peningurin sum fæst ígjøgnum søluna av kakao, bollum vaflum og sunkist, umframt jóladekoratiónum, ið fer víðari til Barnabata.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder