Tað menniskjaliga er í fokus á framsýningini, sum letur upp fríggjadagin 12.juni í Víngarðinum í Tróndargøtu 31 í Havn við verkum eftir Torbjørn Olsen, Fríðu Matras Brekku, Hanna Bjartalíð, Carl Jóhan Jensen og Ásmund Poulsen.
Orðingina í framsýningarheitinum, “Persona grata” kenna vit kanska best í negativari merking um útihýsing av ávísum menniskjum. Men eftir fyrstu bylgjuna av krúnusóttini, nú vit í mánaðar hava saknað starvsfelagar, familju, vinir og kenningar, skal eingin útihýsast, nú er í menniskjum góður tokki. Í øllum førum inntil forboð og ferðafólk møguliga seta proppin í aftur tað coronafría føroyska andingaropið.
Á upplatingini á Persona grata fer Carl Jóhan Jensen at siga nøkur orð. Hann hevur til framsýningina skrivað eina áhugaverda yrking við heitinum “Gilgamesh”.
Ein føroysk samtíðarlistaframsýning um tað menniskjaliga má sjálvandi fevna um myndir hjá okkara fremsta menniskjalýsara, Torbjørn Olsen, sum umframt ein serstakan nýggjan málning hevur tekningar við á framsýningini.
- Torbjørn Olsen er ein framúrskarandi teknari. Alt hansara listarliga arbeiði byggir á tekningina. Hann hevur teknað altíð. Heima teknaði hann saman við brøðrum sínum – og tá hini børnini løgdu tekniamboðini frá sær, helt Torbjørn fram. Umframt at portrettini hjá Torbirni líkjast persónunum, tey ímynda, eru hesar tekningar eisini fjálgar støðulýsingar har blýants- ella tusjstrikan málar fram huglagið í løtuni, tá menniskju sova, práta ella taka sær av løttum. Myndevnið er altso fyrst og fremst menniskjað, men her er eisini herligar og kerligar tekningar av einum hundi og eini kettu við á framsýningini.
Kærleikin til djór er rættiliga grundleggjandi fyri Fríðu Matras Brekku, sum á framsýningini framsýnir prentmyndir. Hon er útbúgvin frá Seminariet for Håndværk og Design í Nørre Sundby og harumframt er hon útbúgvin steinprentari. Myndirnar hjá Fríðu eru øðrvísi í mun til aðra føroyska samtíðarlist, tær bera frá teirri ekspressivu og hálvabstraktu hevdini og hava eitt heldur stillisligt brá. Summar eru merktar av kvirrum, poetiskt løddum tómleika, meðan aðrar kunnu tykjast meira stuttligar, t.d. djóralýsingarnar.
Portrett vóru eitt høvuðsmyndevni hjá fotografinum Ásmundi Poulsen í seksti- og sjeytiárunum áðrenn landslagið gjørdist alfa og omega í føroyskari fotolist.
Sjálvur kjarnin í støðugt ekspanderandi verkinum hjá Hanna Bjartalíð er humanistiskur, antin myndevnini stava frá okkara gerandislívi ella tað eru skøltar, dreymahús ella okkurt heilt annað. Hesi verk eru full av tilvitaðum skeivleikum og fjølbroytni, Hanni Bjartalíð er tískil upplagdur at hava við á eina framsýning um tað menniskjaliga.
Samstundis sum framsýningin letur upp fríggjadagin, verður ein terassa í Víngarðinum latin upp við nýggjum veggjaprýði eftir Hansinu Iversen.
Kinna Poulsen kuraterar framsýningarnar í Víngarðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald