Mentan

Listasavnið fór aftur eftir dana at vera stjóri

44 ára gamla Karina Lykke Grand avloysir Niels Orth sum stjóri fyri Listasavni Føroya

2019-03-18 12:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stýrið fyri Listasavn Føroya hevur gjørt av, at Karina Lykke Grand, lektari í listasøgu á universitetinum í Aarhus, verður nýggjur stjóri á Listasavni Føroya. Karina Lykke Grand er 44 ára gomul og hevur frammanundan verið savnsleiðari á Randers Kunstmuseum, Skovgaard Museet og Trapholt. Hon hevur eisini ein ph.d. í listasøgu av universitetinum í Aarhus.

- Føroyska listasøgan er sera spennandi, og samtíðarlistin ger støðugt meira um seg á altjóða pallinum. Vit ætla at gera uppaftur meira vart við bæði ta søguligu listina og samtíðarlistina og haraftrat menna upplivingarnar hjá teimum vitjandi á Listasavni Føroya, sigur Niels Christian Nolsøe, formaður í stýrinum fyri Listasavn Føroya, í tíðindaskrivi í dag.

Hann vísir á, at Karina Lykke Grand hevur holla fatan av føroysku tjóðini og eyðkennunum hjá føroyskari list og mentan.

- Karina Lykke Grand kann við síni yrkisligu bakgrund seta føroyska list í ein norðurlendskan og evropeiskan samanhang. Hon fer m.a. at leggja dent á, at verkini á Listasavni Føroya verða sýnd fram soleiðis, at framsýningarhættirnar samsvara við nútíðartørvin, sigur Niels Christian Nolsøe.

Karina Lykke Grand ætlar sambært tíðindaskrivinum, umframt at gera listina sjónligari at varpa ljós á, hvussu stóran týdning myndlistin hevur havt fyri føroyskan samleika og føroyska tjóðarbygging.

- Listasavn Føroya er eitt einastandandi listasavn við nógvum møguleikum. Eg gleði meg saman við stýri og starvsfólkum at seta nýggja kós fyri savnið. Aðalmálið verður at geva teimum vitjandi góðar listaupplivingar og at gera Listasavn Føroya sjónligari uttanlands, m.a. í samstørvum við hini norðurlendsku søvnini, sigur Karina Lykke Grand.

Karina Lykke Grand tekur við sum leiðari á Listasavni Føroya eftir Nils Ohrt. Hon byrjar í starvinum 1. august.

 

Yrkisleið:
Karina Lykke Grand, 44 år
- Magistari í listasøgu frá Aarhus Universitet og Ph.d. i listasøgu sama stað
- Lektari í listasøgu, Aarhus Universitet
- Savnsleiðari á Randers Kunstmuseum, Skovgaard Museet og Trapholt
- Kurator og ráðgevi fyri ARoS Aarhus Kunstmuseum
- Nevndarlimur í Randers Kunstmuseum
- Nevndarlimur í Det danske Institut i Rom
- Advisory board limur í Nordic Institute of Art
- Limur í Young Academy of Europa
- Granskingarleiðari av verkætlanini “Art and the Formation of National Identities”, stuðla av Det danske Forskningsråd.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder