placeholder
Uttanlands

Listi við donsku nasistunum verður nú tøkur fyri almenninginum

Bovrup-listin hevur navnið á limunum í danska nasiskaflokkinum

DNSAP-fundur í Holte 13. marts 1934 (Mynd: Scanpix Danmark)

DNSAP-fundur í Holte 13. marts 1934 (Mynd: Scanpix Danmark)

2018-11-02 13:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Síðani seinni veraldarbardagi endaði hevur verið sera torført at fáa atgongd til serliga skjalasavnið, sum inniheldur nøvnini hjá donskum nasistum.

Nú hevur felagsskapurin Danske Slægtsforskere fyri fyrstu ferð valt at geva atgongd til Bovrup-listan, har nøvnini á av teimum flestu limunum í DNSAP – Danmarks Nationalsocialistiske Arbejderparti – eru at finna, skrivar Kristeligt Dagblad.

- Vit hava gjøgnum tíðina fingið fyrispurningar frá fólki, sum vilja vita, um teirra familjulimir vóru limir í DNSAP. Harumframt meta vit, at talan er um søguliga týdningarmikið keldutilfar, sigur Per Andersen, sum er leiðari á Slægtsforskernes Biliotek, um avgerðina at leggja listan á alnetið.

Av tí at datalógin sigur, at ein persónur skal verða deyður í 10 ár áðrenn persónligir upplýsingar um viðkomandi kunnu almannakunngerast, er tað nústaðni, at listin verður almannakunngjørdur. Tó er talan bert um ein lítlan part av listanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder