Lítið avfall verður fram til vikuskiftið, nú tað er blivið eitt sindur kaldari í veðrinum.
Í dag verður millum 0,2 og 0,3 mm avfall um middagsleitið, annars turt í veðrinum. Hitin skiftandi millum 7 og 8 hitastig. Í nátt minkar niður í 6 hitastig. Hann er strúkur í vindi millum 11 og 12 m/s av landsynningi og í kvøld landsynningi eystan. Í nátt minkar niður í andøvsgul millum 6 og 8 m/s.
Í morgin verður aftur millum 7 og 8 hitastig, andøvsgul av landssynningi millum 6 og 8 m/s og skiftir til frískan vind av suðri millum 8 og 10 m/s um kvøldið. Eitt sindur av avfallið í ælum millum 0,2 og 0,9 mm seinnapartin og kvøldið.
Hósnáttina er avfall millum 0,1 og 0,3 mm, og hitin minkar niður millum 6 og 7 hitastig. Hann verður frískur og strúkur í vindi millum 8 og 12 m/s av suðri og útsynningi sunnan. Hósdagin er turt, hitin um 7 hitastig, og gul til andøvsgul millum 4 og 7 m/s.
Fríggjanáttina og fríggjadagin skiftir hann til millum útsynning vestan og útnyrðing vestan millum 4 og 6 m/s. Seinni um kvøldið skiftir hann til sunnan. Vindferðin verður andøvsgul við millum 5 og 6 m/s. Seint á kvøldi byrjar at regna við 2,7 mm.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald