Innanlands

Livar Nysted stillar út í Ribarhúsi

Livar greiðir frá sjóferðum sínum

2018-11-29 12:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havrógvarin og listamaðurin, Livar Nysted úr Hvannasundi hevur framsýning í Ribarhúsi. Ferniseringin verður leygardagin 1. desember, og framsýningin er opin til 1. januar 2019.

Tað er ófatiligt, at so nógv góð listafólk koma úr Norðoyggjum. Jú, natúran í hesum umhvørvi har fjøruklettur, fjøra, t. d. á Loftinumn á Kyrjaheyggi, har Livar er uppvaksin, tosa sítt fagra, stumma mál í litum, sum eru okkurgulir, grønir í  bøstykkjum og hava dimmgráan lit í  fjøru, fjallalendinum og skarðlendinum . Ja, hetta er fløvandi. Hetta hevur Livar Nysted sæð og nomið við í sínum innasta sálarkervi og kemur fram í myndum hansara.

Livar er kendur sum havrógvarin, ið hevur róð um fleiri høv. Hann hevur sett fleiri heimsmet og veruliga sett Føroyar á heimskortið, í hesari knáu, knevilssettu ítróttargrein. Hann hevur róð um Norður Atlantshavið, Suður Atlantshavið og Indiska Havið. Livar hevur eisini gjørt vart við seg, á tí listaliga økinum. Hansara málningar á mangan hátt lýsa ta gomlu tíðina í Føroyum og eru stak væl dámdir. Havið og tann føroyski báturin, er eitt afturvendandi myndaevni. Stórsta partin av arbeiðslívinum, hevur Livar havt á sjónum, og tað sæst eisini aftur í hansara málningum.

- Ribarhús

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder