Innanlands

Lívligt kjak um ferðavinnu í Kirkjubø

Nógv fólk vóru møtt á fundi, tá Visit Tórshavn legði Menningarætlan fyri ferðavinnu í Kirkjubø fram

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-22 13:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað var lívligt kjak á borgarfundinum í Kirkjubø í gjárkvøldið, tá Visit Tórshavn legði Menningarætlan fyri ferðavinnuna í Kirkjubø fram.

Tosað var um vaksandi talið á ferðandi, um ampa av ovnógvum fólki og øktari ferðslu og stórum trýsti á hetta lítla økið, sum er serliga viðbrekið. Víst varð á vandan við at taka enn fleiri ferðabólkar inn, uttan at hugsa um trivnaðin hjá bygdarfólkinum, sum hava kenslu av at vera nógv útsett. 

Nógv trýst er á bygdina teir dagarnar, tá Norrøna og onnur ferðafólkaskip koma. Vegakervið er vánaligt og nógv bussferðsla er. Vegurin er 70 ára gamal og gjørdur til hestavognar. Eisini varð tosað um avgjald á útlendskar bussar og at ferðafólk eiga at verða betur upplýst um, hvar ráðiligt er at ferðast, og hvar ikki – og at grasið er djóraføði og ikki at sita á.

Menningarætlanin vísir á seks átøksøki. Fleiri myndugleikar og partar hava ábyrgd innan økini, og tað ger tað neyðugt at samstarva og ráðfesta. Kommunan ynskir at skapa góðar karmar fyri, at ferðavinnan kann vaksa og mennast. Men hetta má gerast soleiðis, at tað verður skipað og verður minst møguligt til ampa fyri borgararnar. Ferðavinnan skal skipast, so hon er ábyrgdarfull, skrivar Tórshavnar kommuna.

Tosað varð um, at fokus má vera á, hvussu bygdin kann mennast fyri tey fastbúgvandi, og síðan um, hvussu mann skipar ferðavinnuna til gleði fyri bæði fastbúgvandi og vitjandi.

Fleiri góð hugskot og loysnir vórðu eisini umrøddar: Skelting og ljós skulu vera snøgg og passa í landslagið. Ein gongugøta skal gerast frá Gomlurætt til Kirkjubøar, so bussarnar kunnu standa á Gomlurætt og ferðafólkini ganga til Kirkjubø.

Og sjálvandi varð brimverjan eisini umrødd, so fornminnini verða varðveitt. Stór stúran er fyri, hvat hendir, um onki verður gjørt.

Nógv kjak verður helst framhaldandi um møguleikarnar at skipa ferðavinnuna í Kirkjubø betur, men tað eru nógvar stovnar, ráð, grunnar, fyritøkur og einstaklingar, sum mugu luttaka í eini felags loysn. Vøkstur í ferðavinnuni skapar vælferð, arbeiðspláss og nógvar góðar tænastur, upplívingar og annað fyri borgarar í kommununi. Ongin ivi er um, at ferðavinnan kann mennast og skipast betur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder