Innanlands

Ljóðbøkur skulu vera MVG fríar

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur avgjørt at javnseta ljóðbøkur og prentaðar bøkur

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-12-08 16:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tann 27. november setti Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning um ójavnan millum ljóðbøkur og prentaðar bøkur í landsins reglum um meirvirðisgjald.

Sum nú er, eru prentaðar bøkur og ljóðbøkur í hvør sínum vøruflokki. Prentaðar bøkur eru  í vøruflokki 4901, sum eru frítiknar frá MVG, men ljóðbøkur eru í vøruflokki 8523, sum rindar meirvirðisgjald í sambandi við sølu ella innflutning.

Hanna Jensen heldur tað ikki vera rætt at gera mun á prentaðum bókum og ljóðbókum, tí at tað gongur útyvir tey lesiveiku, sum so skuldu gjalda meira fyri bøkur enn onnur.

Í gjár, 7. desember, tók Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, avgerð um, at gera broytingar í kunngerð og vøruskránni beinanvegin.

"Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur avgjørt, at fara undir at broyta kunngerð og vøruskrá soleiðis, at ljóðbøkur og prentaðar bøkur verða javnsettar tá umræður MVG. Harvið verða ljóðbøkur eisini MVG fríar, eins og prentaðar bøkur eru tað, í næstum. Hetta er avgjørt, tí at prentaðar bøkur og ljóðbøkur tæna sama endamáli, og hartil eru tað ikki øll, ið kunnu lesa prentaðar bøkur, men hava tørv á ljóðbókum," stendur m.a. í svarinum frá Kristinu Háfoss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder