Innanlands

Ljósmøðrafelag Føroya harmast um støðuna - Fíggjarmálaráðið vil als ikki flyta seg

Vit vónaðu, at kunna fara til arbeiðis aftur í dag, men soleiðis skuldi tað ikki verða, sigur Ljósmøðrafelagið í tíðindaskrivi

2018-11-22 23:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir drúgvar samráðingar við Fíggjarmálaráðið allan mikudagin og allan hósdagin, mugu vit ásanna, at Fíggjarmálaráðið ikki skilir, hvussu álvarsom støðan er. Vit hava roynt allar møguleikar at gera eina semju, men Fíggjarmálaráðið vil als ikki síggja týdningin og ábyrgdina í okkara arbeiði.

Arbeiðssteðgurin hevur nú vart í 14 dagar. Hesar 14 dagarnar hava barnakonur í Føroyum bert fingið bráðfeingishjálp. Henda støðan kann ikki halda fram. Støðan er órímilig fyri barnakonurnar, fyri onnur starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og fyri ljósmøðurnar.

Tað sýnist, sum Fíggjarmálaráðið ikki vil síggja álvaran í eyguni. Tí mugu vit í Ljósmøðrafelag Føroya ásanna, at einasta loysnin nú er at taka aftur lyftið um at veita undantøk. Vit eru ómetaliga keddar um, at tað skuldi koma so langt, men duga ikki at síggja nakran annan møguleika.

Tað, sum skilir partarnar, eru tilsamans bert 146.400 krónur um árið fyri allar 21 ljósmøðurnar. Hesar 21 ljósmøðurnar hava ábyrgdina av øllum barnakonu- og barnsburðarøkinum í Føroyum.

Endamálið hjá ljósmøðrum er at tryggja byrjanina fyri allar familjur í Føroyum. At tryggja grundarlagið fyri, at mamman, barnið og familjan trívast. Til gagns fyri einstøku familjuna. Og til gagns fyri føroyska samfelagið sum heild. Hetta kunnu vit tíverri ikki nú, soleiðis sum støðan er.

Tí kenna vit okkum noyddar at herða arbeiðssteðgin og taka øll undantøk aftur - galdandi frá leygardegnum 24. november klokkan 15.00.

Hetta verður gjørt fyri at fáa Fíggjarmálaráðið at skilja álvaran.

- Ljósmøðrafelag Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder