Innanlands

Ljósmøðrafelagið: Tað snýr seg ikki um nógvar túsundkrónseðlar

Frá leygardegnum at roknað verður verkfallið hert. Eingi undantøk verða givin

2018-11-22 17:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ljósmøðrafelagið tekur øll undantøk aftur, og tað merkir at allar ljósmøður frá leygardegnum at roknað, eru í verkfalli.

Tað er greitt eftir at semingsroyndin í dag endaði úrslitaleys.

Og sum skilst merkir tað eisini, at heldur eingi undantøk verða gjørd um lív og heilsa er í vanda.

- Tað er ikki okkara ábyrgd. Tað kann ómøguligt vera vanligt starvsfólk, sum skal taka ábyrgdina av tí, tá man ikki kann gera eina semju um løn, sigur Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, við útvarpið seinnapartin.

- Vit vilja hava tað lønarhækkan, sum vit halda, vit hava uppiborið. Tað er eitt lítið sindur meira enn tað, sum fíggjarmálaráðið vil geva, sigur forkvinnan.

- Tað eru ikki nógvir túsindkrónseðlar. Tað eru tjúgu ljósmøður í Føroyum, sum taka sær av øllum barnakonuøkinum í Føroyum, og har vil man ikki inn at hyggja eftir nøkrum túsundkrónseðlum fyri at tryggja, at tær sleppa til arbeiðis.

- Vit hava givið okkum ferð aftaná ferð til nú, og enn er einki komið á borðið, so eg veit ikki hvat meira vit gera, sigur Annika Hoydal við útvarpið.

Ljósmøðurnar hava nú verið í verkfalli í 14 dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder