Innanlands

Ljósmøðrafelagið vónar at ein loysn finst í dag

Í dag fer Ljósmøðrafelagið á fund við semingsstovnin og lønardeildina

2018-11-21 07:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í dag fer Ljósmøðrafelagið á fund við Semingsstovnin og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Í Ljósmøðrafelagnum vóna tey, at ein loysn verður funnin í dag, so at ljósmøðrar kunnu møta aftur til arbeiðis beinanvegin.

"Vit eru sera harmar um støðuna. Av tí at eingin avtala er um lønarsáttmála hjá ljósmøðrunum, hava ljósmøðurnar nú í 12 dagar bert kunna veitt mammum og børnum teirra bráðfeingishjálp og ikki ta fullu, góðu tænastuna, tey vanliga fáa og hava rætt til," sigur Ljósmøðrafelagið í skrivi, sum er sent miðlunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder