Ljósmøður tryggja bestu byrjanina fyri allar familjur í Føroyum. Tær eiga ábyrgdina av, at øll børn og familjur fáa bestu og tryggastu byrjanina. Tær tryggja grundarlagið fyri, at mamman, barnið og familjan trívast.
Men soleiðis er tíverri ikki júst nú. Harmiliga støðan er tann, at eingin avtala er um lønarsáttmála hjá ljósmøðrunum, og tí møta ljósmøður ikki á vakt.
Bert bráðfeingis ljósmøðrahjálp verður veitt - eitt undantak, sum ljósmøðurnar sjálvandi veita hóast vantandi sáttmála.
Í mun til flestu aðrar fakbólkar, sum eru knýttir at heilsuverkinum, hava ljósmøður fulla ábyrgd alt samdøgrið allar dagar í árinum. Eingin annar fakbólkur yvirtekur nakrantíð hesa ábyrgdina. Tó verða ljósmøðurnar ikki løntar í mun til hesa ábyrgd.
Ljósmøður varða av barnakonum, frá tær gerast við barn, tá barnið kemur í verðina og til familjan er trygt aftur við hús. Í allarflestu førum er føðingin ókompliserað og varðar ljósmóðurin sjálvstøðugt um hesa. Er føðingin kompliserað, samstarvar hon við ein lækna, og hava tey ábyrgdina í felag.
Ein ljósmóðir er sostatt tann sentrali fakpersónurin í viðgonguni, føðingini og barsilstíðini. Ljósmóðirin stuðlar barnakonuni og familjuni ígjøgnum alla gongdina, hjálpir teimum at finna sínar førleikar, og er á tann hátt viðvirkandi til at styrkja familjurnar til gagns fyri einstøku familjuna og til gagns fyri samfelagið sum heild.
Ljósmøðurnar ynskja løn sambært hesi týðandi ábyrgd.
Í hesi undantaksstøðu veita ljósmøðurnar bert bráðfeingis ljósmøðrahjálp, men vóna at sleppa at veita mammum og børnum fulla tænastu aftur – ongantíð ov skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald