2018-11-06 20:46
Ljósmøðrafelagið vrakaði í dag semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar í dag. Tað hevur við sær, at ljósmøðurnar fara í verkfall hósdagin klokkan 15.
Tað snýr seg um løn. Vit hava eitt krav um at fáa løn í mun til ábyrgd, og tað hava vit ikki fingið, Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelag Føroya, við Dag & viku.
Forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum sigur, at ljósmøðurnar sjálvandi fara at veita bráðfeingishjálp til allar barnakonur í Føroyum. Tað vil siga at tey gera undantøk, so øll børn í Føroyum koma trygt í verðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald