Tað at nógv fólk doyðu við covid-19 á svenskum róktarheimum merkir ikki, at svenska strategiin móti korona ikki riggaði.
Tað segði svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, í einum sjónvarpskjaki í gjár.
- Tað hevur onki við okkara strategi at gera. Tað snýr seg um, at tað vóru nakrir manglar í samfelagnum, sum vit nú hava rættað, segði hann.
Forsætisráðharrin er fleiri ferðir spurdur um, hvussu hann metir, at strategiin hevur riggað í mun til svensku tølini yvir fólk, ið eru deyð við korona. Og eisini um hvat hann heldur um, at fleiri lond hava latið vera við at lata síni landamørk upp fyri svenskum ferðandi.
Men hann vísir á, at talið av deyðum og innløgdum í Svøríki er alsamt minkandi.
- Svøríki hevur í høvuðsheitum fylgt somu prinsippum sum flest onnur lond – at avmarka smittusjaðingina, so heilsuverkið megnar at taka sær av teimum, ið hava tørv á viðgerð fyri covid-19, segði Löfven.
- Svøríki hava havt fleiri deyð, enn vanligt er fyri hesa ársinstíð. Men tað er eisini neyðug at hyggja eftir, um fólk eru deyð av ella við covid. Her kann uppgerðin hjá londunum vera ymisk, segði forsætisráðharrin.
Löfven segði seg vera ósamdan í eini týskari frágreiðing, sum hevur staðfest, at svenska koronastrategiin miseydnaðist.
Sunnudagin var ongin nýggjur deyðstilburður við koronasjúklingum skrásettur í Svøríki, upplýsir Folkhälsomyndigheten.
Leygardagin vórðu 20 deyðstilburðir skrásettir. Tilsamans eru nú 4.874 fólk deyð við koronavirus í Svøríki, upplýsir TT-tíðindastovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald