Innanlands

Lógarfest bann móti mismuni er á veg

Eitt lógaruppskot um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum er í umbúna í Samferðslumálaráðnum

(Savnsmynd: september.fo)

(Savnsmynd: september.fo)

2018-10-02 17:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroyar hava higartil verið eftirbátur í Norðurlondum, tá umræður almenna lóggávu, sum setur forboð fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum.

Føroyar hava lóg, sum bannar mismuni millum menn og kvinnur, men vit ikki nakra generella mismunarlóg, sum bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum av øðrum grundum, sum t.d. kynsligari sannføring, rasu, húðaliti, átrúnaði, trúgv, politiskari áskoðan, aldri, breki ella tjóðskaparligum, sosialum ella fólkaeyðkenniligum uppruna.

Slíka lóggávu hava fleiri onnur lond havt leingi. Og nú fáa vit kanska eina líknandi generella lógarfesta verju móti mismuni í Føroyum eisini.

Ráðið tekur málið upp

Millum lógaruppskotini, sum landsstýrið fráboðaði á ólavsøku er nevniliga eitt lógaruppskot um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Hetta gongur fram av løglistanum, sum fylgdi við frágreiðing løgmans á ólavsøku.

Samferðslumálaráð, sum varar av málsøkinum, hevur longu sett gongd á arbeiðið. Fyrsta stigið var at manna ein fylgibólk, sum skal vera við til at gera uppskotið. Í fylgibólkinum sita umboð fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, MEGD og Javnstøðunevndina.

Útgangsstøði er uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvinnu. Hon hevur tvær ferðir roynt seg við uppskoti um at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Seinna royndin var í vár, tá ið uppskotið fall við triðju viðgerð. Um tað verður eitt uppskot eftir júst sama leisti, er tó ikki endaliga avgjørt.

Starvsmannafelagið fegnast
Starvsmannafelagið hevur tikið undir við, at vit fáa eina almenna lóg móti mismuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum, so at starvsfólk fáa líka góða verju móti mismuni sum í fleiri øðrum londum. Ein lóg móti mismuni var eitt av kjarnumálum felagsins upp til løgtingsvalið 2015.

Felagið metir, at ein slík lóg millum annað fer at vera eitt stórt framstig fyri fólk, sum bera brek á arbeiðsmarknaðinum. Hettar vísa royndirnar aðrastaðni.

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, fegnast tí um, at tað nú røkist fyri, at landsstýrið fer at koma við einum lógaruppskoti, sum bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Hann vísir millum annað á, at javnstøðulógin ikki røkkur til at forða mismuni á arbeiðsmarknaðinum generelt, tí lógin er avmarkað til javnstøðu millum kvinnur og menn.

- Nýggja lógin fer at leggja ítøkiligar skyldur á arbeiðsplássini, sum eitt nú fara at geva betri verju í uppsagnarmálum, tá fólk gerast langtíðarsjúk, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.

Ein mismunarlóg fer eisini at byrgja upp fyri vandanum fyri aldursmismuni, t.d. at starvsfólk verða vald út eftir aldri, tá ið uppsagnir skulu fremjast. Eisini kann ein slík lóg fáa týdning, nú nógvir útlendingar koma til Føroya at arbeiða, hevur Starvsmannafelagið víst á.


Fakfeløg stuðla
Onnur feløg taka eisini undir við at vit fáa eina generella lóg móti mismuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í sambandi við, at uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, varð lagt fyri Løgtingið í fjør, vórðu fakfelagsformenn og -kvinnur spurd, hvat tey hildu um uppskotið.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, segði, at tað er harðliga tiltrongt at fáa samtykt eina lóg, sum bannar mismuni og tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Hann vísti millum annað á, at tað eitt nú í sambandi við happing kann vera torført at sleppa víðari við málum, tí vit ikki hava fingið ásett lógarfest rættindi á økinum.

Eisini formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, segði seg fegnast um uppskotið. Tað sama gjørdi Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

- Tú kanst á ongan hátt vera ósamdur í, at starvsfólk fáa ein lógartryggjaðan rætt móti mismuni og happing á arbeiðsplássinum. Hinvegin kann tað møguliga vera trupult at handhevja allar lutir. Eitt nú tá ræður um fólk, sum bera brek, vísti Óluva í Gong á.

Forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum helt tað vera umráðandi at eftirmeta lógina, tá hon hevur verið í gildi í eina tíð, so hon fær rætta virknaðin, skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðu síni.

Góð móttøka í tinginum
Útlitini fyri at eitt lógaruppskot um bann móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum verður samtykt eru nógv betri, nú Samferðslumálaráðið hevur tikið málið upp.

Tá uppskotið frá Sonju Jógvansdóttir varð fyri í tinginum í vár, fekk tað góða móttøku frá framsøgufólkunum í fleiri flokkum. Kortini funnist summi at dygdini í lógaruppskotinum og fleiri søgdu seg dáma betri, at eitt slíkt uppskot kom frá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum. Tey mettu, at uppskotið tá hevði verið neyvari og betri gjøgnumarbeitt.

Og líkt er til at fólk í samgonguni hava hoyrt hendan boðskap, tí nú hevur Samferðslumálaráðið loftað bóltinum og hevur sett sær fyri, at gera eitt lógaruppskot, sum hevur til endamál, at verja starvsfólk á arbeiðsmarknaðinum móti mismuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder