Innanlands

Lógartænastan eftirkannaði 248 uppskot

Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni eftirkannaði 248 uppskot í løgtingsárinum 2017. Hetta er 24 uppskot fleiri enn í 2016

Mynd: Løgmansskrivstovan

Mynd: Løgmansskrivstovan

2018-11-12 12:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í løgtingsárinum 2017 eftirkannaði lógartænastan á Løgmanskrivstovuni tilsamans 248 uppskot frá øllum átta stjórnarráðunum og frá tveimum stovnum, sum hava lógarheimild at kunngera kunngerðir í Kunngerðablaðnum. Hetta er 24 uppskot fleiri enn í 2016. Lógartænastan eftirkannaði 83% av uppskotunum innan 5 yrkadagar, og 92% av uppskotunum vórðu eftirkannað innan 8 yrkadagar.

Nøgdin av uppskotum sigur tó ikki alt, tí uppskotini kunnu vera sera ymisk bæði í longd, torleika og margfeldið. Soleiðis var eisini í hesum tingárinum, skrivar Løgmansskrivstovan.

Hetta stendur millum annað at lesa í ársfrágreiðingini um eftirkanning fyri løgtingsárið 2017.

- Hetta er fjórða ársfrágreiðingin, sum verður givin út. Endamálið við útgávuni er framvegis at kunna stjórnarráðini um ymiskt viðvíkjandi lógarsmíði og at siga frá okkara royndum seinasta løgtingárið, og hvussu hetta eftirkanningarárið eftir okkara tykki hevur hepnast, sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á lógartænastuni.

Ársfrágreiðingin er í sjey pørtum. Ein partur er um hagtøl, sum vísa, hvussu nógv uppskot eru eftirkannað, frá hvørjum stjórnarráði ella stovni tey eru, og hvussu langa tíð eftirkanningin tók. Annar partur er um tøkniligu eftirkanningina, triði parturin er um løgfrøðiligu eftirkanningina, har nøkur ávís evni, sum lógartænastan viðgjørdi í løgtingsárinum 2017, eru lýst fyri seg. Í ár er eisini ein partur um ummælistíðir hjá stjórnarráðunum og yvirlit yvir rættarreglur, sum eru kunngjørdar í Kunngerðarblaðnum.

Ársfrágreiðingin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder