2018-09-20 12:02
Umstrídda uppskotið um løgfrøðiligt kynsskifti, sum skuldi til fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag, er tikið av skrá, og verður viðgjørt á einum seinni tingfundi.
Orsøkin er forfall hjá uppskotsstillaranum, Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu.
- Hetta uppskot heimilar at fólk, hvørs lívfrøðiliga kyn er í andsøgn við kynssamleika teirra, umvegis eina umsókn kunnu skifta kyn løgfrøðiliga, stendur í uppskotinum.
Les eisini: Løgfrøðiligt kynsskifti umráðandi - kann gera meg meira legitima fyri myndugleikanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald