Á tingfundinum í morgin er millum annað uppskot um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit. Hette er uppskot frá uttanflokkatingkvinnuni Sonju Jógvansdóttir.
Uppskotið heimilar fólki hvørs lívfrøðiliga kyn er í andsøgn við kynssamleika teirra, umvegis eina umsókn at skifta kyn løgfrøðiliga.
- Mannagongdin fyri at skifta kyn løgfrøðiliga verður, at umsókn um at skifta p-tal skal latast avvarðandi myndugleika. 6 mánaðir eftir at umsóknin er latin, skal tann tvørkyndi vátta fyri myndugleikanum, at ynski framvegis er um eitt nýtt p-tal, og viðkomandi fær so nýtt p-tal samsvarandi kynssamleika sínum, skrivar Sonja Jógvansdóttir í viðmerkungum til uppskotið.
- At geva tvørkyndum persónum møguleika fyri løgfrøðiligum kynsskifti gevur teimum møguleika í sínum gerandislívi og -virki at liva í samsvari við tað tey eru, og er ein almenn viðurkenning. Henda lítla lógarbroyting fer at gera ein ógvuliga stóran mun hjá føroyskum tvørkyndum og avvarðandi teirra, skrivar uppskotsstillarin.
Tingfundurin byrjar klokkan 11. Eftir viðgerðina verður málið beint í Rættarnevndina.
Les eisini: Løgfrøðiligt kynsskifti umráðandi - kann gera meg meira legitima fyri myndugleikanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald