Fiskivinnuppskotið hjá samgonguni, sum kom úr nevnd týskvøldið, er til aðru viðgerð í løgtinginum í í løtuni. Viðgerðin byrjaði klokkan 10 og heldur væntandi fram út á kvøldið.
Les eisini: Sjófeingislógin til viðgerðar í dag
Nógv kjak er millum tingfólk og millum fólk kring landið um sera týdningarmiklu lógina, og tær broytingar í lógini ið samgongulimir í Vinnunevndini hava mælt til í álitinum.
Javnaðarflokkurin er greitt ímóti nýggja uppskotinum og skrivar saman við meirlutanum í vinnunevndini millum annað soleiðis í álitinum:
- Í Føroyum hava vit í seinastu løtu megnað at hildið fast við, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks og kann ikki gerast ogn hjá einstaklingum. Hetta verður nú broytt. Uppskotið til løgtingsmál um sjófeingi snýr seg grundleggjandi um, hvør skal fáa gagn av tí ovurstóra virðinum, fiskatilfeinginum, sum vit øll eiga. Skal fólksins ogn koma flest møguligum kring landið til góðar, ella skal tað latast nøkrum fáum útvaldum privatum og útlendingum at keypa og selja sínámillum.
Les eisini: Fyrrveandi landstýrismaðurin í fiskivinnumálum: Fýra nætur fyri jól verður okkara dýrasta ogn avreidd við einum pennastroki
Javnaðarflokkurin boðar seinnapartin frá, at flokkurin saman við hinum andstøðuflokkunum fer at leggja ein røð av broytingaruppskotum fram í mun til fiskivinnuuppskotið hjá samgonguni. Hetta verður undir 2. viðgerð í dag og eisini til 3. viðgerð. Ikki er heilt greitt, hvørjar broytingar verða, men Javnaðrflokkurin boðar frá, at flokkarnir fara at leggja stóran dent á, at fiskitilfeingið framhaldandi skal vera á føroyskum hondum.
Í løtuni er Jacob Vestergaard á tingsins røðarapalli og svarar upá spurningar og viðmerkingar. Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum spurdi landstýrismannin í fiskivinnumálum hvat hann helt um útlendskan ognarskap í føroysku fiskivinnuni. Jacob Vestergaard segði, at hansara egna meining var irrelevant í hesum førinum, og at teir tríggir flokkarnir sum høvdu lagt uppskotið fram vóru samdir á økinum.
Til ber at fylgja við tingfundinum her.
Klokkan 16 byrjar mótmælistiltak á Vaglinum undir heitinum "Varðveitið fólksins ogn", sum millum annnað andstøðuflokkarnir skipa fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald