Innanlands

Løgmaður heldur fast: - Dalstunnilin skal gerast fyrst

Spurningurin er nú, hvat Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, fer at gera

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Skermmynd: Kvf)

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Skermmynd: Kvf)

2018-09-27 12:48 Author image
Oda Strøm
placeholder

Dalstunnilin verður framvegis raðfestur fremst í ætlanunum hjá landsstýrinum, og Fámjinstunnilin er nummar tvey - og harvið fær Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, ikki sín vilja um, at tunnilin til Fámjins skal gerast fyrst.

Tað staðfesti løgmaður í samrøðu við Kringvarpið í dag, sum tó ikki ynskti at gera bandaða samrøðu.

Avgerðin um at raðfesta Dalstunnilin fyrst var tikin á landsstýrisfundi á Viðareiði fyri fýra vikum síðani, og tann avgerðin stendur við enn, sigur Aksel V. Johannesen sambært Kringvarpinum. 

Spurningurin er so, um Henrik Old fer føra avgerðina hjá løgmanni út í verk - at geva Landsverki boð um at gera Dalstunnilin áðrenn Fámjinstunnilin.

Spurdur í Degi & Viku týskvøldið um, hvat hann fór at gera, um tað kom til skarpskeringar í samgonguni um tunlarnar, svaraði landsstýrismaðurin, at hann ikki fór at geva skarvin yvir, fyrrenn hann liggur flatur.

- Tað nyttar ikki at trýsta meg til nakað sum helst, segði Henrik Old. 

Og spurdur um hann er til reiðar at leggja frá sær, um Fámjinstunnilin ikki verður gjørdur fyrst, svaraði Henrik Old, at verðin ikki skramblar saman, um hann situr sum landsstýrismaður ella ei.

- Fyri mítt viðkomandi er tað ein spurningur um, um Fámjin yvirlivir ella yvirlivir ikki, segði Henrik Old týskvøldið

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder