Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur borið Boris Johnson lukkuynski, nú flokkur hansara vann tjóðartingsvalið, ið var hósdagin 12. desember.
Í brævinum til bretska forsætisráðharran takkar løgmaður somuleiðis fyri fundin, sum teir báðir høvdu í Downing Street fyrst í november. Eisini vísir løgmaður á góða sambandið millum Stórabretland og Føroyar og møguleikan fyri tættari samstarvi.
Komandi ár verða tað eisini 75 ár síðan, at seinni heimsbardagi og bretska hersetingin av Føroyum endaði, og í hesum sambandi nýtti løgmaður høvi til at bjóða Boris Johnson til 75 ára minningarhaldið, sum skipað verður fyri í Føroyum.
Brævið til Boris Johnson kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald