2018-08-02 00:18
Ólavsøkurøðan hjá løgmanni var til viðgerðar í løgtinginum í dag. Andstøðan fanst hvassliga at búskaparstýringini, og at búskapurin er yvirupphitaður.
Hesum er Aksel V. Johannesen, løgmaður, ikki samdur í. Tað segði hann á tingsins røðarapalli í dag.
- Vit eiga at vera varin, staðfesti løgmaður Aksel V. Johannesen, men okkum nýtist ikki at stúra.
Viðgerðin heldur fram klokkan 10 í morgin, hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald