
Hóast summarferiu hevur nógv fundarvirksemi verið millum samgonguleiðararnar. Sambært Frihedsbrevet hevur nógv staðið á í summar, tí serliga Javnaðarflokkurin og Framsókn hava havt tørv á at fáa nøkur ting ígjøgnum, nú farið verður inn í seinastu heilu setuna hjá CEF-samgonguni. Semja skuldi finnast um, hvat skuldi á breddan, og hetta var trupult, veit Frihedsbrevet.
Javnaðarflokkurin hevur av røttum fingið nógvar atfinningar fyri ikki at hava livað upp til sín profil sum ein flokkur, ið vektar sosial mál høgt. Størsti flokkurin á løgtingsvalinum í 2022 fór millum annað til val uppá at stytta arbeiðsvikuna og at "gera gerandisdagin hjá føroyingum lættari".
Nú hoyrist einki um arbeiðsvikuna, men í løgmansfrágreiðing sínari á ólavsøku staðfesti formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen, at tað er neyðugt at hækka pensjónsaldurin - tó ikki fyrrenn um eini 10 ár. Tað varð samstundis høgt og heilagt lovað, at nú skal MVG takast av gerandisvørum sum grønmeti og blæðum - hetta fyri at lætta um hjá til dømis barnafamiljum. Býlistuðul skal latast skjótt, eins og hægri lestrarstuðul. Hetta er fyri at tekjast teimum ungu, sum man vil í størri mun skulu "velja Føroyar til".
Fakfeløgini fingu eisini eina útrætta hond, men spurningurin er sjálvandi, um alt kemur á mál - og hvussu nógv hvørt einstakt lættir um..
Sí eisini: Sættast ikki við remis - finn støðugt virknar leiðir
Til ber at síggja og hoyra røðuna her
Fallandi undirtøka - Innanhýsis ósemja í Javnaðarflokkinum
Higartil hava Javnaðarflokkurin og Aksel V. Johannesen ikki fingið eins nógv burturúr, sum ætlað, og hetta sæst aftur í veljarakanningunum. Sambært tí seinastu, gjørd um tað mundi tá løgtingið fór í summarfrí, stóð Javnaðarflokkurin til fimm tingfólk í mun til níggju til seinasta val.
Harvið er løgmansflokkurin tann, sum sær út til fáa greitt størstan frammaná fyri valskeiðið - hóast nógv rumbul eisini hevur verið í og kring Framsókn, sum heldur ikki hevur livað upp til síni stóru vallyftir.
Hjá Akseli V. Johannesen hevur persónliga undirtøkan verið dramatiskt fallandi seinastu árini: Frá 35 prosentum av teimum spurdu stutt fyri valið í desember 2022 til 15 prosent fyrr í ár.
Tað er eingin ivi um, at almenna meiningin um Aksel V. Johannesen sum løgmann og politikkara ikki er tann sama nú, sum hon var áðrenn valskeiðið. Ofta "kostar tað" at hava løgmann, og eisini at vera løgmaður (Skíggjamynd - Barometrið: Síggj veljarakanningarnar siðani valið
Sambært Frihedsbrevet eru spurnartekin eisini inni í Javnaðarflokkinum. Fleiri og fleira undrast á leiðslu løgmans, førda politikkin og meiningarnar í summum málum, siga keldir inni í og kring flokkin.
Millum tey yngru er tað serliga vandandi útsagnir - fordøming - um støðuna í Gasa, meðan Sjúrður Skaale og Russlands-málið stinga hinvegin.
Eitt er tað úti í heimi, men støðan í Føroyum og handfaring av málum og samstørvum eru sum skilst eisini ein trupulleiki. Bjarni Hammer segði í viðgerðini av ólavsøkurøðuni, at samstarvið við Framsókn er "sum ein oyðimarkargongd", og at "tað var ein vanlukka ikki at sleppa av við samstarvsflokkin fyri ólavsøku". Onnur tingfólkf eru ósamd og hava hartað Bjarna Hammer á tingsins røðarapalli.
Uni Holm Johannesen og Bjarni Hammer síggja ikki eins uppá samstarvið við Framsókn - í øllum førum ikki alment (Mynd: Sverri Egholm)
Framtíðin hjá samgonguni
Harvið verða ósemjur lagdar út á blik, og spurnartekin kunnu setast við stevið innanhýsis í størsta flokkinum í samgonguni.
At stevið í sjálvari samgonguni ikki er tað besta hevur meira ella minni verið greitt í eina tíð.
Beint fyri ólavsøku skrivaði Dimma, at Framsókn kann verða tveitt úr samgonguni, meðan Miðflokkurin er møguligur avloysari.
Les eisini: Framsókn kann verða tveitt úr samgonguni
Sum skilst eru hesir møguleikarnir kannaðir, har summi í samgonguni eru heit fyri tí, meðan onnur eru ikki. Støðan hjá Miðflokkinum sjálvum er ikki heilt greið.
Framsókn roynir at hála móti "búskaparliga haldførinum", sum var hjartamálið hjá flokkinum og Ruth Vang. Hallið er tó stórt, og meðan Framsókn hevur hug at peika eftir hinum flokkunum, er sum nevnt ein illvilji hjá summum í samgonguni mótvegis júst Framsókn. Málini um pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin "spøkja enn" og fara heilt víst at skapa røring aftur, um tey koma fyri í heyst.
Og Tjóðveldi? Í løtuni sita tey flestu í flokkinum kúrr og kunnu vísa á, at blokkurin er skerdur, og at gongd er í høvuðsmáli floksins: Loysing, ella í minsta lagi størri frælsi, frá Danmark.
Meðan nógv onnur stór mál og fleiri spurningar eru enn svar - millum annað hvussu leingi samgongina kann halda - standa samráðingar við Danmark møguliga á skránni skjótt. Spurningurin er, hvussu haldføri verður út á heysti og víðari inn í veturin, tá nógv skal henda í løgtinginum.
Dagført: 10.49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald