Mentan

Løgmaður handar mentanarvirðislønir

Rigmor Dam skuldi handa virðislønirnar, men nú hon hevur lagt frá sær, tekur løgmaður yvir

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-22 18:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ætlanin var, at Rigmor Dam í morgin skuldi handa virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri 2018.

Men nú Rigmor Dam legði frá sær sum landsstýriskvinna í mentamálum í gjár orsak av rumblinum um byggigøluna Glasir, verður tað ikki hon, sum handar virðislønirnar. Ístaðin fer Aksel V. Johannesen, løgmaður at handa virðislønirnar.

Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 kr. Hon verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin til ungt listafólk verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.

Mentanarvirðislønir Landsins verða latnar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í annaðkvøld 23. januar klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder