Innanlands

Løgmaður leggur bústaðarpakkan fram í dag

Fyrrapartin fer løgmaður at leggja fram hvørji átøk landsstýrið fer at gera fyri at bøta um bústaðarneyðina

Tórshavn (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Tórshavn (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-12-07 06:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýrið hevur bjóðað miðlunum til tíðindafundar fyrrapartin, har tey leggja fram hvørji bústaðarátøk skulu gerast fyri at bøta um nústaðarneyðina í Føroyum.

- Góðir bústaðir eru ein súla í okkara vælferðarsamfelag, og tí er bústaðartrotið ein av okkara mest umfatandi og torgreiddu avbjóðingum í løtuni. Landið, kommunurnar og privata vinnan loysa hana bara í felag.

- Landsstýrið hevur seinastu tíðina arbeitt við málinum, og nú eru vit reiðar við fleiri átøkum, sum øll á hvør sín hátt fara at bøta um støðuna, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í innbjóðingini til tíðindafundin.

Tíðindafundurin byrjar klokkan 9, og verður Oman Mattalág, har Bústair í løtuni byggir 38 nýggjar leigubústaðir.

Les eisini: Ongin hevur ábyrgdina av teimum heimleysu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder