- Tey fiskiloyvi, sum eru givin, tey fær mann einki gjørt við, tí tey eru galdandi í 8 ár - men uppboðsøluna kann mann altíð taka aftur, um tað er tað mann ynskir, segði Aksel V. Johannesen til tiltakið "Spyr løgmann" á fólkafundinum í Tórsgøtu í dag.
Og tað er nevniliga tað, sum Fólkaflokkurin nú sigur, at hann ætlar: At vinnur hann valið, so strikar hann uppboðsøluna av fiskirættindum. Og tað undrar løgmann stórliga, segði hann á fólkafundinum Fólksins í dag, at eingin miðil spyr nakran kritiskan spurning um ætlanina hjá Fólkaflokkinum at avtaka uppboðsøluna.
- Tað, sum undrar meg, um vit taka Fólkaflokkin fyrst, er, at eingin miðil setur nakran kritiskan spurning til, at Fólkaflokkurin vil avtaka uppboðsøluna. Tað eru serliga tveir spurningar, sum ikki verða settir, segði løgmaður:
- Tann fyrsti spurningurin: Okey, tit vilja ikki hava uppboðsølu - tað merkir 135 milliónir krónur minni inn í landskassan um árið, hvar skulu teir pengarnir so koma frá? Jørgen verður aldrin spurdur, segði løgmaður.
- Og spurningur nummar 2: Um vit ikki skulu hava uppboðsølu, hvør skal so hava hesa kvotuna? Tað hevur eingin spurt um enn! Eg gangi útfrá, uttan at eg veit tað fyri vist, at Fólkaflokkurin hugsar, at kvotuna skulu teir hava, sum høvdu hana frammanundan. Og tað merkir eingin kapping, og eingin annar fær møguleika at bjóða seg fram, legði Aksel V. Johannesen afturat.
Løgmaður varð annars spurdur um, hvørjar broytingar Javnaðarflokkurin ynskti á fiskivinnuøkinum framyvir. Til tann spurningin svaraði hann, at hann metti, at skipanin skal sleppa at virka eina tíð fyri at fáa stabilitet, og hvussu tað so skal verða aftaná 2027, má mann taka tá mann kemur hartil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald