Innanlands

Løgmaður: Avtøka av fólkatingssessunum ómøgulig á hendan hátt

Løgmaður sigur, at loysing ella fólkaatkvøða í øllum ríkinum skal til fyri at avtaka fólkatingssessirnar. Tí ger hann onki við málið, um tað verður samtykt

Um uppskotið um at avtaka fólkatingssessirnar verður samtykt verður onki gjørt við málið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Um uppskotið um at avtaka fólkatingssessirnar verður samtykt verður onki gjørt við málið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-03-28 12:29 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Skulu fólkatingssessirnar avtakast eru bara tveir møguleikar. Tann eini er at Føroyar taka seg úr ríkinum. Hin er at grundlógin verður broytt, soleiðis at føroyingar ikki hava fólkatingssessir, og skal tað gerast skal tað til fólkaatkvøðu í øllum ríkinum. 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í sambandi við uppskotið hjá løgtingsformanninum, Páll á Reynatúgvu, um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar. Uppskotið var til viðgerðar í løgtinginum í gjár, og í síðstu viku var munnligur fyrispurningur um málið hjá Bárði á Steig Nielsen til løgmann svaraður. Løgmaður segði tá, at uppskotið ikki kann setast í verk, uttan at grundlógin verður broytt ella at Føroyingar taka seg úr ríkinum. Og hann útgreinaði í gjár argumentini fyri Portalinum. 

- Skuldi løgtingið samtykt hettar uppskotið, fari eg ikki at gera meira við hetta uppskotið, tí tað ber ikki til løgfrøðisliga at avtaka fólkatingssessirnar uppá tann mátan, sum uppskotið leggur upp til, staðfestir løgmaður í samrøðu við Portalin.

Fólkaatkvøða í Danmark skal til fyri at avtaka sessirnar
Í uppskotinum hjá Páll á Reynatúgvu verður víst til, at grein 35 í gundlógini sigur, at avtøka ella íverksetan av føroyskum og grønlendskum fólkatingssessum kann gerast við serligari lóg. Men Løgmaður greiðir frá, at hendan lógin ikki snýr seg um beinleiðis avtøku av sessunum. Hann sigur at Løgmansskrivstovan hevur verið í sambandi við løgmálaráðið í Danmark, sum sigur at lógin varð upprunaliga gjørd av praktiskum áðum fyri at eitt nú tryggja, at til ber at hava fólkatingsval í Grønlandi, um longri skoðbrá enn tað ásetta krevst fyri at velja fólkatingsmenn. 

[object Object]Tað er Páll á Reynatúgvu, sum lagt uppskotið um at avtaka fólkatingssessirnar fram. (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) 

Portalurin hevur verið í sambandi við løgfrøðingar, sum ikki taka undir við útleggingini hjá løgmanni og umsitingini hjá honum um, at grundlógarbroyting krevst fyri at avtaka fólkatingssessirnar. Víst hevur verið til samráðingarnar um loysing um seinasta aldarskiftið. Tá var fyrispurningur í Fólkatinginum um grundlógarbroyting viðvíkjandi eitt nú fólkatingssessunum kravdist, fyri at føroyingar kundu taka loysing. Men Poul Nyrup Rasmussen, sum tá var statsministari, afturvísti at tað var neyðugt. Hann hevði grundgevingar frá danska løgmálaráðnum við sær, sum søgdu, at fólkatingssessirnir tá bara vórðu óvirknir, og at tað ikki var neyðugt at broyta grundlógina. Tí er spurningurin um, tað ikki kunnu takast minni drastisk stig á somu leið enn loysing so sum at avtaka fólkatingssessirnar, uttan at fólkaatvkøða í øllum ríkinum skal til. 

Men løgmaður sigur, at hann bara kann vísa til løgfrøðiligu ráðgevingina hjá sær sjálvum, sum saman við danska løgmálaráðnum er samd í, at grundlógarbroyting ella loysing skal til, áðrenn fólkatingssessirnir kunnu avtakast.

- Tað kann altíð verða ósemja ímillum løgfrøðingar. Men í stíðsta enda er tað soleiðis, at um ósemja er ímillum løgfrøðingar, er tað danska løgmálaráðið, sum hevur avgerðarætt, um málið ikki verður lagt fyri hægri dómstólar, staðfestir løgmaður.

Um uppskotið verður samtykt, verður onki gjørt
- So leingi eg havi verið løgmaður hevur alt verið gjørt fyri, at uppskot til samtyktar, sum eru samtykt á løgtingi, hava verið framd, sigur løgmaður.

Tá eitt uppskot til samtyktar verður lagt fyri tingið, er tað ein áheitan á avvarandi landsstýrisfólk, sum í hesum føri er løgmaður, um at seta uppskotið í verk. Tað er ikki ein beinleiðis lógarbroyting, men ein áheitan á myndugleikan um at gera eina lógarbroyting ella seta átøk í verk fyri ávíst øki. Men løgmaður heldur, at í hesum føri er tað ein spurningur um, hvussu nógva meining tað gevur, at royna at fremja uppskotið hjá Páll á Reynatúgvu, um tað verður samtykt. 

- Tá tað ikki er ein møguleiki at fremja lógarbroytingina, gevur tað lítla meining at senda tað til danska løgmálaráðið, staðfestir løgmaður og leggur afturat, at meira tí ikki verður gjørt við málið, um tað verður samtykt. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder