Mánadagin var frustratión á javnaðarfólki, tá fýra onnur samgongufólk - tvey úr Tjóðveldi (Liljan Weihe og Erling Eidesgaard, blankt) og tvey úr Framsókn (Bjarni Kárason Petersen og Karlot Hergeirsson) ikki atkvøddu fyri málinum um Suðuroyartunnlinum, eftir at Javnaðarflokkurin annars hevði staðið saman um pensjónsmálið.
Málini vóru knýtt saman, serliga vegna útsagnir hjá Ruth Vang og fíggjarliga atliti. Tað var týðiligt í tinginum hetta kvøldið, at summi kendu tað sum álitsbrot. Serliga frá teimum í Framsókn.
Sí eisini: Tvey av trimum hjá Framsókn ímóti - Erling atkvøddi blankt
Eftir at Bjørt Samuelsen, tingforkvinna, í gjár býtti raðfylgjuna av stóru málunum um, so at tað um Suðuroyartunnilin kom fyrst, var møguleikin har hjá løgmanni: At svara aftur onkursvegna og eisini at seta flokk sín í eina betru støðu undan einum vali.
Tjóðveldiskvinnan og Javnaðarformaðurin sýta alment fyri, at talan er um nakað avtalað. Men løgmaður nýtti í øllum førum støðuna til sín og floksins fyrimun:
Javnaðarflokkurin fekk fyrsta part av vekætlanini við Suðuroyartunnlinum ígjøgnum - útbjóðing og projektering av leiðini frá Djúpadali - og slapp undan at atkvøða um pensjónsmálið, sum flokkurin var komin undir stórt trýst av. Har var ei heldur semja um málið innanhýsis, og eftir øllum at døma høvdu fleiri í Javnaðarflokkinum atkvøtt ímóit, hevði málið komið til triðju viðgerð í dag.
Samstundis tók Aksel V. Johannesen ein stóran taktiskan leik, sum "snýtti" forkvinnurnar í hinum samgonguflokkunum. Í upptøku hjá Kringvarpinum sæst ein ógvuliga bilsin Sirið Stenberg og ein firtin Ruth Vang, tá tað gerst teimum greitt, hvat er í ferð við at henda.
![]()
![]()
Ein skelkað Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, sum síðani gevur Ruth Vang eitt klemm (Myndir: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndirnar frá dramatiska degnum í tinginum her
Aksel V. Johannesen og Javnaðarflokkurin hava verið fyri hvøssum atfinningum hetta valskeiðið - javnan púra av røttum. Men nú alt stóð uppá spæl, spældi ein sinnisrørdur løgmaður tann sterkasta leikin, sum serliga vakti harmjóð og bilsni í Framsókn: Ruth Vang helt seg hava eina greiða avtalu við javnaðarformannin.
- Álitið er ikki tað sama millum flokkarnar, sum tað hevur verið - tað noyðist eg bara at viðurkennna, segði løgmaðurin síðani desember 2022 millum annað.
Hósdagin 26. mars fáa vit greiðu á, um hesin leikur kemur Javnaðarflokkinum til góðar. Seinastu veljarakanningarnar hava verið beinleiðis ljótar.
Hoyr Aksel V. Johannesen seta orð á støðuna her
-
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald