Løgmaður borðreiður við lóggavu um at petta SEV sundur og harvið styrkja møguleikar hjá privatum at fáa størri part av orkuveitingini.
Tað siga keldur í bæði Javnaðarflokkinum og Framsókn við Norðlýsið. Hetta skal eftir øllum at døma fáa uttanflokkatingmannin, Magna Laksáfoss, at velja Javnaðarflokkin, sum sín flokk.
Men keldurnar hjá lokalblaðnum siga, at Javnaðarflokkurin ikki er serliga hugaður fyri hesum. Tað hevur verið til umrøðu í starvsnevndi hjá flokkinum, har tað varð mælt frá, skrivar nordlysid.fo.
Eisini eru bæði Sjálvstýri og Framsókn upp á tal, skrivar Norðlýsið.
Magni Laksáfoss segði við útvarpið á middegi, at hann nú skal velja millum tveir flokkar, og at avgerðin verður tikin í november. Tað var í vár, at hann tók seg úr Sambandsflokkinum, tí hann ikki var nøgdur við gongdina í flokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald