Tað var ógvuliga heppið, at ein ungur maður varð funnin tíðliga í morgun í miðbýnum í Havn, tá ið tveir mans komu framá hann og ringdu til løgregluna.
Ungi maðurin lá og svav úti niðri í miðbýnum uttan troyggju ella jakka. Tveir mans, harav tann eini hevði verið til arbeiðis um náttina, komu framá mannin av reinari tilvild á veg heim.
Menninir ringdu so til løgregluna og boðaðu frá um mannin, og tá ið patruljan kom á staðið, var tað greitt, at maðurin var so stirdur, at tað var í evstu løtu, at hann varð funnin.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, so gott sum einki fólk var í býnum í nátt, so tað var ótrúliga heppið, at maðurin varð funnin.
Maðurin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til observatión.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald