2018-10-28 08:56
Nógv fólk vóru í býnum í nátt, og løgreglan var í tí sambandi úti og vitjaði øll skeinkistøðini í Havn.
- Fólk vóru í góðum lag, og øll skeinkistøðini vóru full í fólki. Onkur einkultur var for fullur, og onkur var avdottin, men annars var tað einki serligt útyvir tað vanliga, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
- Ein segði seg vera blivnan slignan í nakkan í Klubbagarðinum í nátt. Hetta verður kanska til eitt harðskapsmál, men viðkomandi var alt ov fullur til at geva eina samanhangandi forkláring uppá tilburðin, so hann verður kontaktaður aftur seinni av løgregluni, og tá taka vit tað uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald