2018-07-29 10:13
Á løgreglustøðini siga tey í morgun, at náttin hevur sum heild verið friðarlig, hóast nógv fólk vóru úti. Náttin hevur tó verið merkt av, at fólk vóru drukkin.
Vakthavandi sigur, at nógvar fráboðanir komu inn í nátt um full fólk, sum ikki megnaðu at finna heim sjálvi, og at samarittarnir í tí sambandi hava gjørt eitt megnararbeiði.
- Nógv fólk høvdu valt sær hetta kvøldið, sum tað kvøldið, tey fóru út, tí veðrið ikki verður líka gott í dag.
- Øgiliga nógv fólk lógu avdottin ymsastaðni í býnum, og samarittarnir gera eitt megnararbeiði at hjálpa fólki heim, sigur vakthavandi.
Eingin hevur tó yvirnáttað í varðhaldinum í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald