Innanlands

Løgreglan fær enn nógv boð um snýtiteldupostar

Løgreglan heitir á fólk um ikki at svara teldupostunum

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2018-10-29 11:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein sonn herferð av snýtiteldupostum hevur gjørt um seg í Føroyum í seinastuni. Fólkini handan teldupostarnar, sum hava til endamáls at snýta pening frá fólki, siga, at tey hava sjónband av fólkinum, har tey gera okkurt, sum tey ikki áttu at gjørt.

- Vit fáa nógv boð frá fólki um at tey eru “hackaði”. Tey fáa teldupostar, har skrivað stendur, at tey eru sædd gera hetta og hatta, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Fólkið handan teldupostarnar hótta síðani við, at um ikki móttakarin sendir teimum pening, so senda tey sjónbandið runt til øll, sum móttakarin kennir. Av tí at tað er einfalt at síggja hvør ein er vinur við á t.d. Facebook, óttast fleiri fyri at hetta er gjørligt.

- Fólk skulu ikki reagera uppá hesar teldupostarnar. Tey skulu leggja tað undir spam faldaran og gloyma alt um hann, sigur vaktleiðarin.

Vaktleiðarin skilir væl, at fólk kunnu føla seg hótt av hesum, men sigur, at sendarin av teldupostinum veit ikki hvat móttakarin hevur gjørt og ikki. Hesi enda fleiri túsund ella milliónir teldupostar út, og vóna at onkur bítur á og sendir pening.

Og um ein heldur, at best man vera bara at senda peningin, tí at so er friður, so fer ein skeivt. Ofta hendir tað, at tá ein hevur sent pening, so krevja hesir meiri. Í onkrum førum eydnast teimum eisini at hevja meiri pening av konto hjá móttakaranum, tá móttakarin hevur sent pening einaferð.

Løgreglan heitir tí staðiliga á fólk um ikki at reagera uppá hesar teldupostar, og heldur leggja teir í spam faldaran og gloyma alt um teir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder