Løgreglan hevur málrættað framt kanningar í ferðsluni í gjár og í nátt, og nakrir bilførarar eru skrásettir fyri brot á ferðslulógina.
Í gjár vórðu kanningar gjørdar í Havn og í økinum norður til Eiðis. Ein bilførari varð tikin og fær bót fyri at koyra meðan hann tosaði í fartelefon, ein annar fyri ikki at vera íbundin í trygdarbelti, meðan ein varð støðgaður fyri at koyra ov skjótt.
Eisini í Suðuroy vórðu kanningar gjørdar í ferðsluni. Í Sumba varð ein bilførari uttan koyrikort støðgaður, upplýsir vakthavandi.
Í nátt vórðu málrættað ferðsluátøk gjørd á leiðini kring Skálafjørðin, men tað førdi ikki til nakað politimál, upplýsir løgreglan.
Menn frá løgregluni hava í nátt eisini verið úti og klipt nøkur nummarspjøldur eftir áheitan frá tryggingarfeløgum orsaka av vantandi tryggingargjaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald