2018-12-05 14:32
Løgreglan var í gjár úti kring meginøkið og steðgaði fleiri prutlum við tí endamálið at kanna, um hesi vóru lóglig.
Løgreglan steðgaði fýra prutlum fyri at koyra ov skjótt, og kannaði eisini hvussu skjótt hesi megna at koyra við einum sokallaðum “rullifelti”.
Av løgreglustøðini verður sagt, at løgreglan fram til jólar fer at gera fleiri átøk av hesum slag, har prutl verða kannaði, og at nógv ferðsluløgreglan tí verður at síggja úti næstu vikurnar.
Annars var løgreglan eisini úti í nátt og klipti nummarplátur á bilum, har trygging ikki er goldin. Løgreglan var eisini og gjørdi kanningar við skúlar í morgun, og har var einki hjá løgregluni at seta fingur á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald