Innanlands

Løgreglan gjørdi ferðsluátak í nátt

Fá fólk í býnum í nátt merkti, at løgreglan gjørdi ferðsluátak

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-12-15 09:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fá fólk vóru í býnum í nátt og fáir bilar vóru eisini at síggja á vegunum. Tí var lítið at gera í samband við at gestir á skeinkistøðum, og tí valdi løgreglan at gera eitt málrættað ferðsluátak í Havn, heldur enn at koyra runt og halda eiga við skeinkistøðunum.

Løgreglan fór málrættað eftir bilum og knallertum, og fleiri vórðu steðgaði. Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri ikki at halda víkiskyldu, meðan tvær eigararnir av tveimum knallertum fingu bót fyri at hava broytt knallertirnar, so at hesar kunnu koyra skjótari enn loyvt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder