2019-05-20 11:57
Toka liggur í stórum parti av landinum og hetta hevur trupulleikar við sær í ferðsluni.
Løgreglan sigur frá, at hon hevur fingið fleiri fráboðanir í morgun frá fólki, sum siga at bilar ikki síggjast í tokinum. Fráboðanir eru m.a. komnar av Oyggjarvegnum og á Gøtueiði um at fleiri bilførarar koyra við sløktum lyktum.
Løgreglan kemur tí við eini áminning til bilførarar um at tryggja sær, at lyktirnar eru tendraðar. Um lyktirnar ikki eru tendraðar í mjørkanum eru bilarnir fullkomiliga svartir aftan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald