Løgreglan ger nógv burturúr at kanna ferðsluna hesa tíðina, og seinnapartin í gjár var ein løgreglumaður á motorsúkklu runt í høvuðsstaðarkommununi og kannaði bilar og bilførarar. 22 bilar vóru steðgaðir í Havn, á Kaldbaksvegnum og í Kollafirði.
Av hesum 22 bilunum, var bert eitt mál, meðan fimm fingu ávaringar.Hesin eini sum fekk bót hevði ikki koyrikortið á sær, og ein pera var ikki í ordan.
Fimm aðrir bilførarar fingu eina ávaring og boð um at fáa ymiskt í rætt lag.
Løgreglan fekk eisini eina fráboðan frá borgara um, at hesin hevði illgruna um at bilførarin, sum koyrdi frammanfyri koyrdi við kenning. Hesin bilførarin slingraði nakað nógv við bilinum. Hetta vísti seg ikki at verða meira enn ein illgruni. Av løgreglustøðini verður sagt, at ofta, tá hildið verður, at onkur koyrir við kenning, er talan um at bilførarin tosar í telefon, er í handskarrúminum ella at tað eru eldri fólk, sum koyra bilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald