Løgreglan var gjáramorgunin úti og kannaði býarbussarnar, sum koyra til og frá Glasi úti í Marknagili.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tey onkuntíð fáa fráboðan frá fólki sum siga, at har eru alt ov nógv fólk í bussunum, tá miðnámsskúlanæmingarnir skulu í skúla. Løgreglan fór tí í gjáramorgunin at vita, um so er.
- Har eru nógv øki, sum vit kanska skuldu hildið meiri vakið eyga við. Vanligt er at vit halda eyga við ferð, um fólk tosa í fartelefon ella um tey nýta trygdarbelti, men har er nógv annað í ferðsluni, sum eisini skal verða í lagi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Men løgreglan fann einki óregluligt í gjár. Pláss er fyri tilsamans 60 persónum í býarbussunum, harav 29 eru sitipláss, meðan pláss er fyri 31 standandi ferðafólkum.
- Har vóru verri enn so ov nógv fólk við í býarbussunum í gjár. Men tað er skilligt, at fólk halda at har eru ov nógv við, tí at 60 fólk kunnu virka sum øgiliga nógv, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald