Innanlands

Løgreglan kannar enn herverk á RIB-bát

Millum annað er hol borða gjøgnum skrokkin

Herverkið skal vera framt einaferð millum 3. august og 4. august

Herverkið skal vera framt einaferð millum 3. august og 4. august

2024-08-14 11:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan kannar framvegis mál um herverk, sum er gjørt á RIB-bát í Miðvági 3. august ella 4. august.

Tekniskar royndir eru gjørdar og spor eru tryggjaði. Ein knívur var millum annað lagdur eftir í bátinum. Royndirnar eru sendar til Danmarkar til kanningar, og slíkt tekur tíð, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Báturin hevur fingið stóran skaða.

Sum skilst er knívurin brúktur at skera hol á púturnar á bátinum og fleiri slangur eru kvettar av. Eisini er hol borað gjøgnum skrokkin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder